Leygarnáttina var innbrot í Orbits, sum er ein teldukafé á Tinghúsvegnum. Løgreglan fekk fráboðan um, at okkurt ikki ruggaði rætt í bygninginum. Tá hon koma á staðið hoyrdust innbrotstjóvarnir aftanfyri.
Hóast løgreglan gjørdi eina roynd at fáa hendur á teimum við hundi, so eydnaðist tað ikki. Teir hava eftir øllum at døma ikki fingið nakað av týdningi við sær, tó møguliga nakað av smápengum, sum lógu í einum pengakassa.