Leygarkvøldið, beint eftir miðnátt, var boðað frá innbrotið í Sirri. Ein maður hevði brotið inn í eini roynd at skaffa sær nakað av reiðum peningi. Hann royndi at rýma av staðnum, men varð tikin tætt við staðið beint eftir. Eygnavitni sóu mannin bróta inn og rýma, og kundu tískil siga júst hvar ið hann var. Vakthavandi sigur, at talan er um ein rættiliga góðan kenning hjá løgregluni, og nú verður hann so eisini ákærdur fyri innbrot.