Innbrot í føroysku kirkjuna í Keypmannahavn

Stjólu pening, sum varð ætlaður til vælgerðandi endamál

nnbrot
 

Náttina ímillum Kristi Himmalsferðardag og fríggjadagin hava tjóvar brotið seg inn í kirkjuna við miklum harðskapi.
Hóast Samuelskirkjan er væl vard við høgum múrum, brandhurðum, og projektørum, ið tendra av sær sjálvum, um okkurt rørir seg, hava tjóvarnir kortini megnað at bróta seg inn í kirkjuna. 
- Mangt bendir á, at teir vistu hvørjum, teir leitaðu eftir og hvar teir skuldu leita, tí brandtryggjaða skapið á deknaskrivstovuni er brotið upp, sigur Bergur Jacobsen, Prestur
Hann sigur, at úr skápinum hava tjóvarnir stolið pening, sum var savnaður inn til ymisk vælgerðandi endamál. Peningur, sum er innsavnaður hesar seinastu 10 dagarnar, varð eisini stolin.
Tjóvarnir hava eisini brotið inn á skrivstovuna hjá sóknarmeðhjálparanum, ið stendur fyri stórum parti av vælgerðandi arbeiðinum í Samuels Sókn, og har hava teir tikið peningin, hon hevur til hetta arbeiðið. 
Prestur sigur, at talan er um einar 10.000-15.000 krónur, sum eru stolnar.
- Somuleiðis tjóvarnir kunna fingið sær ókeypis hýruvogn heimaftur, tí allar taxabongirnar, ið verða nýttar til at flyta eldri og ófullfør fólk til og úr kirkju, eru eisini stolnar.
Men kirkjusilvurið hava teir ikki rørt, tað loysir seg ikki at stjala, tí tað sleppst ikki av aftur við tað.
Í Samuelskirkjuni eru eisini teldur, sum eru vanligt tjóvagóðs, men heldur ikki tær vórðu stolnar.
- Helst hava tjóvarnir vitað, at tær kunnu ikki slejast aftur, tí tær eru á Kirkjunetinum, sum er eitt net fyri seg sjálvan og kunnu tí ikki brúkast til nakað annað, sigur prestur.
Eisini tað styrkir um illgrunan um, at tjóvarnir vóru staðkendir.
Løgreglan hevur sagt teimum, at møguleikin at finna tjóvarnir, eru bara 2%.
Samuelskirkjan hevur ikki tjóvaríávaring, tí tað eru so nógvir f elagsskapir, sum brúka kirkjuna og vandi fyri, at ávaringin fer í gongd uttan orsøk, er stórur og tað kostar eina bót.
- Men nú mugu vit fáa okkum tjóvaríávaring, leggur prestur afturat.
Hann sigur, at hóast herverk er framt fyri at fáa fatur á peninginum, hevur sjálvt kirkjurúmið hevur fingið frið, og tí halda guðstænasturnar fram, sum vanligt.
 Í eini kirkju í grannalagnum, Kingo kirkjuni, hava tjóvar eisini brotið seg inn, men har hava teir kortini onki tikið  helst tí okkurt hevur órógvað teir, sigur Bergur Jacobsen.