Í gjár fekk løgreglan boð um, at innbrot hevði verið í einm sethúsum í Hvalvík.
Húsfólki hevði verið burturi, so tað er ikki heilt greitt, nær innbrotið var. Men mett verður, at tað er hent í døgunum frá leygardegnum til í gjár
Løgreglan sigur, at innbrotstjóvarnir hava stolið nakrar fløskur av rúsdrekka og eitt sindur av klæðum.
Løgreglan er farin í holt við kanningararbeiðið, men hevur onkur varnast okkurt løgið har um vegir, frættir løgreglan fegin frá teimum.