SJÒNLEIKUR
- Tað eitur kusa. Ikki pissikona ella nakað annað. Men kusa.
Soleiðis verður sagt í Sellofan. Leikurin um nútíðarkvinnuna Elin, sum dámar reality sendingar og fløkist inn í sellofan. Tí tað hevur hon lisið í einum damu-blaði vil fáa mannin at fáa betri hug at henni. Og hon hevur eisini lisið seg til, at tað snýr seg um innan kynslív - at kalla ein spaka fyri ein spaka ella eina kusu fyri eina kusu.
Kanska ikki tilvildarligt, at vit síggja eitt petti, har tosað verður at kalla bert um kynslív. Tað hevur víst seg áður at savna fólk og Og tað er óivað eisini orsøkin, at flestu lesararnir eru komnir hertil í greinini.
Og spurningarnir fara beinanvegin at snúgva seg um at bróta mørk og ginusøgur. Men leikurin Sellofan snýr seg meira um lívsins avbjóðingar hjá einari samtíðarkvinnu. Men nú vit hava fingið teg at lesa so langt, so lat okkum hyggja nærri at leikinum Sellofan.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ein nútíðarmynd
Leikurin er skrivaður og leikstjórnaður av 38 ára gomlu íslendsku Bjørk Jakobsdóttir. Hon er útbúgvin sjónleikari í Íslandi og gekk í sama flokki sum Kristina Hansen.
Tað er eisini ein rópandi og dansandi leikstjóri, sum loypir upp á sermerkta café pallin á Meiarínum og byrjar at greiða frá um leikin. Vit skulu skilja the mood of the play. Soleiðis ljóðar tað, tá ein íslendskur leikstjóri hittir føroysk tíðindafólk.
- Leikurin er ein samtíðarmynd av einari um eina samtíðarkvinnu í mínum aldri. Men hann er ikki um meg. Eg og maðurin hava eitt aktivt sexlív. Ja, hetta er einki sunnudagsskúla prát. Men ein øgiliga, øgiliga opin íslendskur leikstjóri, ið so sera fegin vil bjóða føroyingum at uppliva hennara ímynd av einari samtíðarkvinnu.
Kristina Hansen er einasamøll á pallinum teir góðu 80 minuttirnar, leikurin verður spældur. Tað er bæði sokallað stand-up og ymsar støður úr vanliga dagligdegnum hjá teirri ungu Elin giftu útiarbeiðandi mammuni at tveimum børnum. Og lat tað vera sagt, at tað langt frá alt snýr seg um kynslív. Tær flestu støðurnar, ið ein tílík kvinna møtir í dagligdegnum, verða umrøddar, sambært leikstjóranum og høvundinum.
- Leikurin snýr seg um, hvørjar avbjóðingar ein kvinna í dagsins samfelagi møtir, sigur Kristina Hansen.
Hon heldur tað vera áhugavert at sleppa at spæla leikin í Føroyum, og hon bíðar spent eftir, hvat føroyingar fara at siga til leikin.
- Tað er ein skemtileikur. Elin er ikki í sær sjálvum stuttligt, men nógvir av teimum støðunum, hon kemur sær í eru øgiliga stuttligar, sigur Bjørk Jakobsdóttir.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sigursgongd
Sellofan var fyrstu ferð framførdur í mai 2002. Leikurin fekk beinanvegin góða undirtøku og var sýndur fyri fullum húsum í tvey ár í alt 230 sýningar. Bjørk Jakobsdóttir leikti sjálv leikin í Ìslandi. Síðani hevur leikurin ferðast víða hvar í Evropa, og undirtøkan hevur verið framúr góð. Næsta landið á skránni hjá Bjørk er Finnland.
- Eg haldi so avgjørt, at leikurin er hóskandi her hjá okkum. Hann riggar til flest øll lond í vesturheiminum, sigur Kristina Hansen.
Í øllum førum hava nógvar kvinnur kent seg aftur í leikinum.
- Bæði í Íslandi og aðrastaðni eru kvinnur komnar til mín og sagt mær, at tað kennist sum um, at eg havi staðið uttan fyri vindeyga teirra, sigur Bjørk Jakobsdóttir.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Partur av listastevnuni
Sellofan er partur av Listastevnuni, sum fer av bakkastokki nú um dagarnar. Leikurin verður frumsýndur mánadagin 8. august kl. 17. Leikurin verður síðani spældur, sambært Listastevnu skránni, hvørt kvøld til og við 14. august kl. 19.30. Undantikið er tó mikukvøldið, tá leikurin ikki verður spældur. Staðið er Tjóðpallur Føroya á Gamla meiarínum.