Innanhýsis dystir avgerandi

Á stigatalvuni tykist Kyndil standa við veikastu kortunum, nú havnarfelagið kappast við VÍF, KÍF og StÍF um rættin at spæla FM-finalu móti Neistanum. Hetta tí málmunurin hjá teimum grønu er tann vánaligasti í deildini.

Tað er tó ikki málmunurin, sum í fyrstu atløgu er avgerandi, tá endaliga støðan verður gjørd upp.

Her eru reglurnar, at innanhýsis uppgerðirnar gera av, hvat lið er fremst, um tað stendur á jøvnum í stigum.

Teoretiskt ber til, at tey fýra liðini øll enda jøvn í stigum eftir dystirnar í dag. Tað hendir, um VÍF tapir sín dyst móti Neistanum, samstundis sum hinir báðir dystirnir enda við javnleiki. Og sjálvandi kann eisini tað henda, at trý lið standa jøvn í stigum.

Um so er, at talan er um fleiri lið, verður stigatalva sett upp, har bert dystir hjá hesum liðum verða taldir við. Fremsta liðið sambært hesi alternativu stigatalvuni er tá vinnarin av innanhýsis uppgerðunum og tí finaluklárt.