Innandura rógvikapping í Runavík

Eftir væleydnaðu innandura rógvikappingina í Havn herfyri, hava runavíkingar avgjørt at skipa fyri eini líknandi kapping í apríl mánað.

Innandura rógving hevur veruliga vunnið seg fram millum føroysk róðrarfólk seinasu tíðina, og ikki minst undirtøkan til kappingina hjá Havnar Róðrarfelag herfyri, har ikki færri enn 83 luttakarar vóru, er eitt gott dømi um vaksandi áhugan.
Nú fara so runavíkingar at skipa fyri eini líknandi kapping, sum vónandi fær eins góða luttøku.
Fyrireikingarnar til kappingina eru farnar í gongd, og væntandi verður kappingin leygardagin tann 2. apríl. Tað vil siga, at hetta er um tað mundi, tá ið bátarnir verða flotaðir, og kappróðrarárið av álvara byrjar.
Sum skilst er ætlanin, at innandura rógvikappingin í Runavík verður eitt sindur øðrvísi skipað enn tann í Havn, men enn er ikki greitt, hvør munurin á kappingunum verður.
Eftir øllum at døma verður kappast í Ítróttarhøllini í Runavík.