Innandura fótbóltshallir muna hjá Íslandi

Umframt dugnaligan venjara, og góðar spælarar eru innandura fótbóltshallirnar orsøk til framgongdina hjá Íslandi

Tá orsøkirnar skulu gerast upp hví Ísland, sum heimsins minsta fótbóltstjóð nakrantíð hevur spælt seg í eitt EM-endaspæl, og í eitt endaspæl í fótbólti yvirhøvur, verður ein lutur drigin fram.

 

Dugnaligi landsliðsvenjarin, Lars Lagerbäck, sterki hópurin við góðum spælarum, góða kombinasjónspælið, góða verjuspælið, og menningin av ungum spælarum, verður alt drigið fram, sum samanfatandi orsøkir til stóra framburðin hjá islendskum fótbólti. Men ein alt avgerandi lutur eru innandura fótbóltshallirnar, sum íslendingar bygdu seinast í farnu øld, og fyrst í hesari øldini, sum hava gjørt tað møguligt hjá íslendingum at venja og spæla dystir alt árið. 

 

Lars Lagerbäck sjálvur gloymir ikki at nevna hendan avgerandi lutin í samrøðu við miðlar heima í Svøríki, sum eru ídnir at frætta um stóra bragdið hjá svenskaranum, sum er vorðin tjóðarhetja í Íslandi. Lars Lagerbäck staðfestir, at innandura hallirnar í einum landi við langum vetrum við vetrarmyrkri og kargum umstøðum, hava gjørt tað møguligt at framala nógv fótbóltstalent.

 

Áðrenn fótbóltshallirnar var væl longri millum talentini, verður staðfest.

 

Hetta setur so eisini føroyskan fótbólt í perspektiv, sum enn eigur sina fyrstu innandura fótbóltshøll til góðar.