Inn- og útlutningur uppgjørdur fyri fyrstu sjey mánaðirnar

Hagstovan hevur uppgjørt tølini fyri inn- og útflutningin fyri fyrstu sjey mánaðirnar í ár.

 

Útflutningur samantalt er vaksið við 575 milliónum í mun til sama tíðarskeið í fjør, frá 3609 milliónum til 4184 miliónir. Tað er ein hækking á 16%.

 

Tað er serliga bólkurin Skip, ið er vaksin frá 30 milliónum til 222 milliónir Alifiskur er vaksin úr 1461 milliónum til 1998 milliónir, ið er ein hækking á meir ein ein triðing í mun tí í fjør.
Útflutningur av skeljafiskur minkaði við einum góðum triðingi og sama gjørdu botnfiskur og flundrufiskur.

 

Innflutningurin vaks eisini í ár. Samantalt er innflutt fyri 3584 milliónir, ið er ein hækking á 188 milliónir samanborðið við 2015.

 

Stóra økingin er innan Maskinur og Amboð, ið veksur úr 328 mió. upp í 504 mió, sum er ein øking á 54%. Tað er eisini ein øking í innflutningi av rávøru til fiskiavirking á 41%, úr 85 milliónum upp í 119 milliónir
Innflutningurin av brennievni minkaði nógv og fór úr 529 milliónum niður í 363 milliónir.

 

Samlaða uppgerðin sæst inni á heimasíðuni hjá Hagstovu Føroya.