Alt ljóðaði væl, tá ið Jan Allan MÜller og onnur stovnaðu fyritøkuna Injektor Trawldoors í Horsens í Danmark.
Tryggingarfelagið Føroyar hevði álit á fyritøkuni.
- Endamálið hjá okkum er eisini at stuðla upp undir føroskar fyritøkur, og vit mettu at trollemmarnir vóru ein tann besta uppfinningin, sum nakrantíð er gjørd. Tí settu vit pening í felagið, sigur Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum. Men ilt er at tryggja seg móti óreglusemi, sigur hann.
Tryggingarfelagið keypti seg gjøgnum eitt annað felag inn í fyritøkuna og hevur síðan havt umboð í nevndini.
Gunnar í Liða veit ikki nágreiniliga, hvussu nógvan pening Tryggingarfelagð hevur mist, men talan er um fleiri milliónir krónur.
Hann heldur hetta vera eitt sera óheppið mál. Nevndin hevur illgruna um, at fyritøkan fór av knóranum vegna óreglusemi.
- Vit og leiðslan í Danmark meldaðu málið til politiið, tí vit høvdu sterkan illgruna um óreglusemi. Vit vilja hava alt kannað, og er óreglusemi farið fram, má tað fáa avleiðingar. Hvør steinur skal vendast, sigur Gunnar í Liða.
Politiið í Horsens váttar fyri Sosialinum, at málið er meldað, men vil annars ikki upplýsa nærri um málið .
Sosialurin hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Jan Allani MÜller, men tað hevur ikki eydnast.