Ingunn Absalonsen lagt frá sær í Sankta Frans

Eftir sløk 35 ár sum skrivari í Sankta Frans skúla í Havn hevur Ingunn Absalonsen nú lagt frá sær

Hátiðardámur var í Sankta Frans skúla hendan dagin fyri Ingunn Absalonsen, sum hevur lagt frá sær sum skrivari skúlans, skrivar Tórshavnar kommuna:

 

"Borgarstjórin segði, at hann helt at tað var skemt, tá hann var biðin um at siga nøkur orð, tí at Ingunn skuldi leggja frá sær - fyri aldur. Hann helt, at onkur mundi hava gjørt eitt mistak, og at talan heldur var um onkran rundan starvsdag.

 

Men so fekk borgarstjórin tølini á borðið og staðfesti, at Ingunn Absalonsen byrjaði longu á vári í 1988 og legði frá sær nú 1. februar – tað vil siga, at hon hevur arbeitt í Sankta Frans í 34 ár og 11 mánaðir – og at hon veruliga hevði aldur at leggja frá sær.

 

- Tað er ikki smávegis trúfesti. Eg minnist at hava hoyrt, at tú valdi hetta arbeiðið fram um starvið sum økonoma. Í 1988, tá tú byrjaði í starvinum her, hevði tú børn í skúlaaldri, og Olav undirvísti í Handilsskúlanum. Tá var vist ikki altíð so lætt hjá tær at hava frí samstundis sum familjan, og hetta var so ein grund til, at tú søkti starv sum skrivari í einum skúla. Tú hugsaði kanska sum so, at tá børnini vórðu størri, fórt tú aftur at arbeiða sum økonoma.

 

##med2##

 

##med3##

 

- Men so varð ikki, tú helt fram í Sankta Frans, og hevur trivist væl her, millum næmingar og starvsfelagar. Skrivarin í einum skúla er ein týdningarmikil persónur, tað er ofta skrivarin, sum er fyrsta kontaktin við skúlan, tí skrivarin tekur telefonina, og tá fólk, sum ikki ganga ella starvast í skúlanum, koma inn í ein skúla, fara tey inn á skrivstovuna fyrst.

 

- Tað vil siga, at skrivarin er andlitið hjá skúlanum úteftir. Uppgávurnar hjá tær hava verið nógvar, og tú er tann, sum hevur samlað træðrirnar í skúlanum, og hevur hildið skil á samskifti, fundum og kalendara skúlans.

 

- Haraftrat hevur tú havt nógv samskifti við næmingar, foreldur, starvsfólk og viðskiftafólk skúlans. Tú hevur verið tann, sum øll hava farið til, tá tey skuldu finna útav onkrum, hvar ein lærari ella næmingur var, nær royndir skuldu verða, nær frídagar vóru o.s.fr.

 

- Serliga yngru næmingarnir kundu meir enn so finna uppá at fara inn á skrivstovuna, tá teir høvdu okkurt serligt at fortelja - teir høvdu kanska fingið ein hundahvølp, hildið føðingardag, skuldu ferðast, høvdu fingið boyla á tenninar og vóru spentir at fortelja um tað. Tá var gott at vita, at her var ein, sum tímdi at lurta eftir smáu søgunum úr gerandisdegnum.

 

- Tá ein næmingur er dottin í fríkorterinum, so hevur eisini borið til at fara inn á skrivstovuna at fáa heftiplástur á - og so ikki minst eitt sindur av samkenslu, tað hjálpir so væl. Tú hevur útbúgving sum økonoma og arbeiddi nøkur ár í tí yrkinum. Ein økonoma hevur stóran kunnleika til sunnan kost, og hvørja ávirkan matur hevur fyri heilsuna.

 

##med4##

 

##med5##

 

- Tað er tí lítið at ivast í, at tú eisini hevur brúkt hesa vitan í tínum egna gerandislívi, og tú livir eftir tí sannføring, at kostur og rørsla eru alfa og omega fyri eina góða heilsu.

 

- Tá mann googlar Ingunn Absalonsen, koma ikki bara fram upplýsingar um Sankta Frans skúla, men sanniliga eisini um kvinnurenning og fólkaheilsurenning, eitt greitt tekin um, at tú ert ein aktiv kvinna, sum tekur lut í rørslutiltøkum.

 

- Tú ert kend fyri at vera ansin og nærløgd. Syrgir fyri at lærarar avlevera t.d. bókalistan, karakterbløð og annað til tíðina. Tú ert eisini kend fyri at vera ansin viðvíkjandi bókhaldinum og hevur altíð syrgt fyri, at alt stemmar og at øll skriva týðiliga á bíleggingarseðlar, so alt verður bókað rætt.

 

- Tú hevur fylgt við tíðini og flutt teg frá skrivimaskinu til teldur. Tær dámar væl at ganga túrar. Og tú elskar ferðast og at uppliva aðrar mentanir. So eg veit at tú fert ikki at keða teg, nú tú hevur pakkað saman. Tú og Olav eiga tveir synir og 4 ommu- og abbasynir, sum tú gongur uppí við lív og sál. Og tað kann skjótt fylla dagarnar við meining.

 

- Eg fari at ynskja tær og tínum alt tað besta, stóra takk fyri tín stóra innsats, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda í røðu síni fyri Ingunn Absalonsen, áðrenn hann m.a. handaði henni heiðursløn Tórshavnar kommunu í silvuri."

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##