Fyri at taka út "All Star liðið" í bestu svensku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið, so skipar svenska hondbóltsligan fyri atkvøðugreiðslu millum fjeppararnar.
Tá talan er um vinstra bakk hevur Óli Mittún, ið júst er liðugur við sína yrkisleið í Sävehof fingið eina álitisváttan, ið vil nakað.
Heili 86 prosent av teimum, ið hava atkvøtt halda, at Óli er besti vinstri bakkurin í skjótt farna kappingarári í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Enn er eftir hjá Ystad og Hammarby at spæla finalurnar um meistaraheitið.