VIDEO: Áki skoraði í stórsigri hjá Ranheim

(VIDEO) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Mjøndalen-Ranheim 1-4 (0-2)

Aftaná eina tunga byrjan upp á kappingarárið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini gongur munandi betri hjá Áka D. Samuelsen og liðfeløgunum í Ranheim. 

 

Í dag vann Ranheim á útivølli stórsigur 4-1 á gamla liðnum hjá Meinhardi E. Olsen, Mjøndalen. 

 

Áki byrjaði ballið við at leggja Ranheim á odda 1-0 longu í 10. minutti. Senegalski Famara Camara legði upp til málið hjá Áka.

 

Tá ein hálvur tími var leiktur økti Leander Alvheim til 2-0. Stutt eftir steðgin minkaði Mjøndalen um munin til 2-1. Lucas Kolstad økti til 3-1 í 64. minutti, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti Bendik Bye til endaliga úrslitið 4-1. Áki var skiftur út, tá 71 minuttir vóru leiktir. 

 

Talan var um triðja sigurin á rað hjá Ranheim, ið nú hevur níggju stig á áttanda plássinum fyri seks dystir. Ranheim tapti tríggjar teir dystirnar, men hevur sanniliga reist seg aftaná tað. 

 

Komandi hóskvøld klokkan 18 tekur Ranheim móti Raufoss á heimavølli.