Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at seta Ingun Hansen í starv sum apotekara á Eysturoyar apoteki.
Ingun er 41 ára gomul og hevur lokið prógv sum farmaseutur í 1998. Síðani januar 1999 hevur Ingun verið í føstum starvi sum deildarleiðari á Tjaldurs Apoteki.
Ingun hevur drúgvar leiðsluroyndir innan apoteksverkið og samstarv við landssjúkrahúsið.
Ingun Hansen byrjar í starvinum 1. november 2015.