Ingrid trívist við nógvum jólapynti

- Eg havi pyntað, og eg havi nógv jólapynt - nógvar jólanissur, og vit hava nakað av ljósketum uttanfyri og vøkur og jólalig ljós í vindeygunum.

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – ella koma jólini bara, tá tey koma?

- Eg byrji vanliga at fyrireika jólini nokso tíðliga, og eg byrja at pynta um hálvan november.

Tað sigur Ingrid Nielsen. 

Hevur tú pyntað til jólar og gert tú nógv burturúr við pynti og ljósketum? 

- Ja, eg havi pyntað, og eg havi nógv jólapynt - nógvar jólanissur, bæði stórar og smáar. Vit hava eisini nakað av ljósketum uttanfyri og vøkur og jólalig ljós í vindeygunum. 

Plaga tit at hava jólatræ - úr plasti ella træi - og nær verður jólatræið pyntað?

- Vit høvdu granntræ, tá børnini vóru smá, men í fleiri ár hava vit havt eftirgjørt jólatræ úr plasti.

Ingrid Nielsen sigur, at jólatræið vanliga verður pyntað um 10. desember. 

Ert tú farin at hugsa um jólagávur, og hvussu nógvar gávur verður tað til?

- Eg havi ikki so nógvar gávur at keypa, so eg keypi tær gjarna í november og desember. Í ár verða tað 13 jólagávur, sigur Ingrid Nielsen.