Ingolf Olsen 60 ár

Mikudagin 25. juni fylti kendi danski gittarleikarin og sangarin Ingolf Olsen 60 ár.

Ingolf er hálvur føroyingur. Mamma hansara, Kristianna, var úr Leynum, dóttir Martinus í Leynum. Hon fór niður til Danmarkar miðsskeiðis í tríatiárunum, giftist og búsettis í Blågårdsgade á Nørrebro í Keypmannahavn. Hon og maðurin, Axel, fingu synirnar Ingolf og Robert.
Ingolf hevur rættuliga gjørt vart við seg í Danmark, fyrst og fremst tí at hann gjørdi tað ógjørliga at spæla inn nakað so ómodernað sum sálmar hjá Brorson og Kingo. Hetta gav honum tó eitt nærmast fólksligt gjøgnumbrot.
Ingolf er gittarleikari, hann spælir lutt, syngur, er dosentur ? og urgubyggjari. Hann var í læru hjá Frobenius & Co frá 1960. Men gittarin hevði tokka hansara. Hann fór til Onglands at lesa hjá heimsgitna Julian Bream. Og sum 20 ára gamal fór hann undir umfatandi solistvirksemi, sum fekk hann til París, har hann í 1966 fekk eina stóra virðisløn í Concour Internationale.
Samstundis menti hann hina stóru síðuna av talenti sínum. Hann debuteraði sum sangari. Ingolf hevur eina serliga rødd, sum eisini týðum er at hoyra í bæði í Danmarks Radio og í Útvarpi Føroya, ikki minst tá Janus velur løgini.
Berlingarin skrivaði týsdagin, at røddin hjá Ingolfi er serlig ? bæði høg og djúp, nátúrlig og affekterað. Eitt avbera gott amboð til tey bæði tingini, hann hevur áhuga fyri: Tónleikinum frá miðøldini, renesansuni og barokkinum, og tónleikinum úr 20. øld. Faktiskt var tað í einum verki hjá Antonio Bibalo, hann í sínari tíð trein fram á tí Jydsku Operaini.
Tá var hann partur av navnframa ensamblenum, Prisma, hjá Tamás Vetös, og frá 1967 í Trio Mobile, saman við Mogens Ellegård og Bent Lylloff. Saman við Toke Lund Christiansen og henrik Olsen tók hann eisini stig til stovnanina av Det Musikalske Triumvirat, og hevur annars havt hundratals konsertir av øllum handa slag.
Harumframt hevur Ingolf spælt inn nógvar plátur ? m. a. við tónleiki hjá Bellman, Laub og Carl Nielsen, umframt tær við Brorson og Kingo. Eisini var hann limur í teirri nevndini, ið hevur staðið fyri nýggju donsku sálmabókini, sum fyri fáum døgum síðani varð tikin í nýtslu.
Ingolf Olsen hevur síðani 1970 undirvíst við konservatoriið í Keypmannahavn. Nú hann er vorðin seksti, gevst hann, og tað fer óivað at geva honum meiri tíð at syngja og spæla ? og kanska vit aftur síggja hann á konsertferð í Føroyum?