Ingigerð er fødd á Frederiksberg, dóttir Karen, f. Olsen, úr Helsingør, og Heina á Trøðni úr Havn.
Eftir lokið studentsprógv tók hon læraraprógv á Københavns Dag- og Aften Seminarium í 1969.
Hon var lærari í Hvidovre, áðrenn hon í 1970 fekk starv sum lærari á venjingarskúlanum í Havn. Hetta starv røkti hon til 1985, samstundis sum hon undirvísti á Føroya Handilsskúla frá 1975-85.
Í 1983/84 var hon á árskeiði á Fróðskaparsetri Føroya við serligum denti á siðsøgu og enskt. Saman við Marionnu Simonsen hevur hon greitt úr hondum lærubókina Maskinskriving I .
Síðan 1. juli 1985 hevur Ingigerð verið stjóri á Kunningarstovuni. Eitt av hennara hjartamálum er gongubólkurin hjá Felagnum Tórshavn, sum hon saman við øðrum var við til at stovna í 1993. Tey skipa fyri gongutúrum í Føroyum og eisini uttanlands. Hon er eisini ferðaleiðari á gongutúrum, eitt nú í gomlu Havnini.
Rødd hennara er eisini kend frá útvarpinum hjá Kringvarpinum hesa árstíðina, har hon frá Kunningarstovuni lesur veðurtíðindini til tey vitjandi á donskum og enskum.
Ingigerð er gift við Kjartani Kristiansen úr Havn, tey eiga døturnar Kristinu og Sissal umframt ommu- og abbabørn.
Móttøkan verður hósdagin frá kl. 15-17, har øll eru vælkomin.
-red










