Ingibjørg og liðfelagarnir vunnu seg í fjórðingsfinalurnar í steypakappingini

ÍBV vann greiðan sigur á KA/Þ​ór í áttandapartsfinaluni

Ígjár tóku Ingibjørg Olsen og liðfelagar hennara í ÍBV móti KA/Þ​ór í áttandapartsfinaluni í íslendsku steypakappingini.

 

ÍBV vann ein greiðan 33-25 sigur á KA/Þ​ór. Í steðginum var ÍBV á odda 16-11.

 

Ingibjørg Olsen gjørdi sítt og skoraði trý mál fyri ÍBV í tí sum var seinasti dysturin hjá ÍBV í hesum kalendaraárinum. 

 

Fjórðingsfinalurnar í íslendsku steypakappingini vera leiktar 7. og 8. februar.