Sum Sosialurin visti at siga í blaðnum beint undan ólavsøku, tók Ingibjørg Thomsen lut á skotska róðrarlandsliðnum í Homecountries kappingini, sum var í Nottingham leygardagin.
Ingibjørg róði í double sculler kappingini, har hon saman við Holly Reid gjørdist nummar trý av teimum fýra londunum.
- Vit eru sum so væl nøgdar við úrslitið, men tað eru nøkur ting, sum vit skulu gera betri. Hetta var eisini fyrstu ferð, at vit hava luttikið saman fyri Skotland, og tí vistu vit ikki, hvar vit flutu, sigur Ingibjørg Thomsen.
Tað eru tey fýra Homecountry londini, Ongland, Skotland, Írland og Wales, ið kappast í hesi kappingini og tað var sum væntað Ongland, ið fór avstað við flestu sigrunum.
Skotland megnaði at vinna tvær kappingar, nevniliga í fýraranum hjá kvinnum við stýrimanni og uttan stýrimann. Annars var tað fyri tað mesta annað- og triðjaplássið, ið fall okkum í lut, sigur Ingibjørg Thomsen.
Tær báðar hava vant saman við verandi venjara í stutta tíð, og hon heldur, at hann eisini var rímiliga væl nøgdur við triðjaplássið. Catriona Bayn, sum hon vann skotska meistaraheitið við, varð flutt umborð á fýraran uttan stýrimann til Homecountry kappingina.
- Skotland luttekur í tveimum kappingum annaðhvørt ár og einari kapping hvørt ár. Homecountry kappingin er á hvørjum ári, meðan Commonwealth kapping er annaðhvørt ár. Vit báðar ætla okkum at verða við, tá kappingarnar verða komandi juli og august, sigur Ingibjørg Thomsen.
Hon er heima í Føroyum í løtuni og skal møta aftur 22. august, har hon skal lata inn høvuðsuppgávuna.
- Eg fari helst onkran rennitúr her heima og møguliga eisini í róðrarneystið, og so byrjar venjingin av álvara, tá eg komi aftur til Skotlands, sigur Ingibjørg Thomsen.