TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Inga Olsen, venjara hjá VÍF, aftaná Ingi hevði sæð sínar menn tapa 22-23 ímóti Neistanum í seinasta sekundi. Talan var um dyst í undanbólki 2 í Coca Cola steypakappingini.
Ingi er ikki so lítið speiskur um tapið: - Vit vóru verri enn dómararnir í kvøld. Hann er tó sera sjálvkritiskur, og heldur, at hansara menn høvdu ikki uppiborið betri, tá teir ikki spæla frægari enn tað sama.
Ingi ásannar, at nú verður hart hoyggj at vinna seg víðari. Bæði Neistin og KÍF hava dystir ímóti Team Klaksvík, og VÍF skal til Kollafjarðar at spæla triðja dystin hjá sær í bólki 2. Men Ingi hevur tó álit á, at hansara menn fara at vinna seg uppaftur aftaná ergiliga tapið í kvøld, har Neistin vann við seinasta kastinum í dystinum.











