Ingi úttikið grønlendska hópin

Ingi Olsen hevur úttikið grønlendska hópin til landsdystirnar móti Føroyum um eina stóra viku

Vikuskiftið, 12. og 13. januar, spæla manslandsliðini hjá Føroyum og Grønlandi. Grønland verður á venjingarlegu í Føroyum, og liðini skulu spæla tveir venjingardystir, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuni.

 

Føroyski venjarin hjá Grønlandi, Ingi Olsen, hevur úttikið 16 mans til dystirnar. Tann kendasti er helst stóri vinstribakkurin, Minik Høegh, sum hevur spælt í bestu donsku deildini í nógv ár, millum annað við GOG og Aarhus Håndbold. Hann spælir nú við Ajax í næstbestu deildini.

 

Ein annar profilur er høgribakkurin, Akatuaaneq Kreutzmann, sum spælir í Norðursjælland Håndbold. Málverjin Isak Olsen spældi í Føroyum við StÍF í 2015 og 2016. Hann var eisini eitt stutt skifti hjá VÍF. Fleiri aðrir spælarar á grønlendska landsliðnum spæla í næstbestu deildini í Danmark, men helmingurin spælir í Grønlandi.

 

Grønland var vertur fyri Pan American Handball Championship í summar. Tað er ein kapping fyri lond í Karibia, Suðuramerika, Norðuramerika og Grønland. Grønlendska landsliðið endaði nummar fýra. Dystirnir millum Føroyar og Grønland verða spældir leygardagin 12. januar klokkan 20.00 í Høllini á Hálsi, og sunnudagin 13. januar klokkan 17.00 í høllini í Vestmanna.

 

Grønland:

Isak Olsen, Herning (Málverji)

Taatsiaq B. Villadsen, GSS (málverji)

Nuka Heilmann, GSS

Gustav O. Egede, NUK

Inuk Olsen, GSS

Minik D. Høegh, Ajax

Akatuaaneq Kreutzmann, Nordsjælland

Lars Olse Lyberth, GSS

Aqqa Lukas Lings, GSS

Miki Heilmann, GSS

Milan Olsen, N-48

Marco Geisler, Silkeborg

Inujuuk Ostermann Søholm, GSS

Maxwell Frederiksen, Viborg

Aqqalu Sandgreen, GSS

Malik Kleist Andersen, Silkeborg

 

Føroyar:

Niklas Simonsen, TMT Tønder

Nicholas Satchwell, Neistin

Hørður Trygvason, H71

Rói Berg Hansen, FIF

Rúni Joensen, KÍF

Sjúrður Olsen, VÍF

Rúni Vest Højgaard, H71

Brandur Halgirsson, H71

Hans Eli Sigurðbjørnsson, KÍF

Eirikur Simonsen, FFI

Peter Krogh, H71

Jónas G. Djurhuus, HØJ

Tróndur Kragesteen, Neistin

Rógvi Dal Christiansen, Kyndil

Rókur Akralíð, Kyndil

Helgi H. Hoydal, Viking Stavanger

Pætur Mikkjalson, Neistin

Áki Egilsnes, KA Akureyri

Vilhelm Poulsen, H71

Sámal á Tjaldrafløtti, Team Klaksvík

Allan Norðberg, KA Akureyri

Pætur Thomsen, H71