Tað verður fyrrverandi miðvallarin hjá HB, Ingi Rasmussen, sum skal hjálpa Sigfríði Clementsen við at fáa vent ringu gongdina hjá HB.
Heimasíðan hjá HB boðar frá, at tað verður ein gamal kenningur í felagnum, sum verður nýggjur hjálparvenjari hjá HB. Ingi Rasmussen hevur ongantíð umboðað annað felag enn HB í Føroyum, nakað sum Faroesoccer eisini staðfestur.
- Eg havi fyrst og fremst valt at taka av, tí eg bleiv biðin og tí støðan er sum hon er. HB hevur brúk fyri at øll standa saman í løtuni. Annars er hetta ein spennandi uppgáva og eg meti at liðið hevur dygdir til at liggja longri frammi enn stigatalvan vísur í løtuni, sigur Ingi Rasmussen
42-ára gamli miðvallarin hevur lokið B-venjaraútbúgving. Hann er útbúgvin bókavørur og hevur eisini starvast sum tíðindamaður á millum annað Dimmalæting og Kringvarpinum, umframt eitt ár á Sosialinum.
(mynd www.hb.fo)