Ingi Poulsen við nýggjum staklagi

"Einki við at venda við" er heitið á nýggja sanginum

Nú hevur ungi sangarin úr Vági, Ingi Poulsen, eftir hondini givið fleiri stakløg út. Hann er maðurin handan vælumtóktu løgini "Tann fittasta","Tá ið eg síggi teg" og "Kostbar", sum hava verið nógv at hoyrt seinasta árið.

Lagið "Kostbar" hevur enntá rungað í donskum útvarpi fyri kortum, tá P4 spældi lagið.

Men nú hevur Ingi Poulsen givið enn eitt nýtt lag út. Nýggja lagið eitur "Einki við at venda við", og tað kom út fríggjadagin.

Til ber at hoyra nýggja lagið á Spotify her:

<iframe src="https://open.spotify.com/embed/track/2bHg9Gdhv48ejECF03qJDB" width="300" height="380" frameborder="0" allowtransparency="true" allow="encrypted-media"></iframe>