TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Inga Olsen, venjara hjá VÍF aftaná 30-34 (17-17) tapið hjá VÍF ímóti Kyndli á heimavølli í kvøld. Eitt úrslit, sum saman við sigrinum hjá KÍF ímóti Neistanum merkir, at nú er stríðið hart um annað FM finaluplássið. VÍF er bert tvey stig frammanfyri KÍF, sum hevur spælt ein dyst færri.
- Vit hava ting at rætta uppá, staðfestir ein vónsvikin Ingi Olsen, sum hevði væntað eitt betri avrik hjá sínum monnum ímóti einum liði, sum ikki hevur so nógv at stríðast fyri eftir hansara tykki.
Ingi Olsen er misnøgdur við verjuspælið hjá VÍF, og eisini við, at ov nógvir bóltar vóru tveittir burtur, har menn áttu at verið eitt sindur tolnari í álopsspælinum.
Støðan í FTZ deildini :










