Ingi Olsen: Vit gjørdu alt vit kundu

Ingi Olsen heldur, at spælararnir á grønlendska hondbóltslandsliðnum stríddust manniliga ímóti Chile

 

 

Aftaná 36-39 bronsufinalutapið hjá Grønlandi ímóti Chile í panamerikanska endaspælinum í Nuuk fekk grønlendska blaðið, Sermitsiaq orðið á føroyska landsliðsvenjaran hjá Grønlandi, Inga Olsen.

 

- Vit stríðast og stríðast allan vegin. Tað er ein sonn frægd at hava ein hóp, ið vil gera alt fyri at vinna. Tað týdningarmesta er, at vit kunnu síggja okkum sjálvar í spegilin, og siga, at vit gjørdu alt vit kundu, men marginalarnir vóru ikki á okkara síðu. Vit møttu einum sera góðum liði. Vit vóru niðri fleiri ferðir, men vit megnaðu at reisa okkum fleiri ferðir. Hetta ber boð um, at vit hava dygdir í okkara hópi. Vit stóðu saman, og tað rakk langt, men tíverri ikki nóg langt, sigur Ingi Olsen við Sermitsiaq. 

 

Spurdur um hvussu tað kennist akkurát at verða ov stuttir til at vinna seg í HM-endaspælið, ið verður í Danmark og í Týsklandi í januar, svarar Ingi: - Eg dugi ikki at seta orð á tað. Hetta er sera keðiligt, men hetta er ein veruleiki, ið vit mugu fyrihalda okkum til, sigur Ingi Olsen, ið heldur, at grønlendsku spælararnir skulu hava loyvi at harmast tapið ímóti Chile í bronsufinaluni. 

 

Spurdur um Grønland hevði uppiborið at vunnið dystin, svarar Ingi Olsen: - Tað veit eg ikki. Ítróttur er náðileysur. Tað eru ikki altíð teir sum hava mest vilja, ið vinna. Fólk komu í høllina at síggja kenslur, spenning og ein dyst við einum tapara og einum vinnara. Onkuntíð fer dysturin okkara veg, aðrar tíðir fer dysturin ikki okkara veg. Dysturin fór ikki okkara veg í dag. Tað er hart at tapa dystin, men eg eri sera stoltur av øllum spælarunum, sigur Ingi Olsen við Sermitsiaq.

 

Argentina vann pamamerikonsku finaluna ímóti Brasil. Argentina vann 29-24 (13-8) í finaluni. Argentina, Brasil og Chile umboða Panamerika í HM-endaspælinum í januar.