– Tað var eitt øgiliga stórt vónbrot, at vit ikki sluppu til HM í Egyptalandi ístaðin fyri USA. Tað sigur vestmenningurin, Ingi Olsen, sum er venjari hjá grønlendska manslandsliðnum í hondbólti.
Hann heldur, at tað var Grønland, og ikki USA, sum átti at verið við til HM. Men heldur ikki eftir at USA tók seg úr kappingini í gjár tí at liðið er so hart rakt av koronu, sleppur Grønland við, men við so stuttum skotbrái ivast hann í um tað hevði latið seg gjørt kortini.
Ingi Olsen sigur, at tey hava roynt at gjørt vart við sína ónøgd, men tað vísir seg, at formaðurin í altjóða hondbóltssambandinum, er púra einaráðandi, so at seta seg upp ímóti honum, er ein sak, sum longu er tapt frammanunan, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Inga Olsen greiða frá støðuni á FM1, og hví hann heldur, at Grønland áttu at fingið plássið hjá USA.