TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá VÍF, Inga Olsen sum sá sínar spælarar tapa 24-31 (9-17) ímóti Kyndli í steypafinaluni í Faxe Kondi kappingini í dystinum í høllini á Hálsi í dag.
- Kvinnurnar møttu ov seint til dystin í dag, staðfestir Ingi Olsen, og sipar til út av lagi vánaliga fyrra hálvleikin, har VÍF var aftanfyri við átta málum.
Ingi Olsen er ikki illa nøgdur við avrikið í seinna hálvleiki har VÍF hálaði seg uppá 16-19, men fyrri hálvleikur oyðilegði tað samlaða roknistykkið hjá VÍF í dag.
Ingi Olsen staðfestir, at Kyndil spældi væl ov dag, og Ingi hevur ikki hug at skylda uppá óhepnu seinkingarnar og avbrotini, ið merktu serliga fyrra hálvleik í dag.










