Ingi Olsen fekk eina dreymabyrjan (FM1)

(FM1) Hoyr Margit Weihe Frímundsdóttir, málverja hjá Neistanum og Inga Olsen, venjara hjá VÍF seta orð á dystin Neistin-VÍF 22-25 (12-17)

##med2##

VÍF er einsamalt oddalið í SMS-deildini aftaná ein rættiliga tryggan 25-22 sigur á Neistanum í høllini á Hálsi í Havn. VÍF var á odda 24-16, og í steðginum vóru vestmannakvinnur á odda 17-12, men tær slakaðu nakað móti dystarenda.

Neistin-VÍF 22-25 (12-17)

Neistin: Ingunn Kristina Persson 7, Stina Madsen 3, Fríða á Dunga 2, Birita Ingolfsdóttir 2, Rakul Magnussen 2, Ana Blogejevic 1, Anna Clementsen 1, Brynja Høj 1, Sólbjørt Høj 1, Barbara Johannesen 1, Margit Fríðmundsdóttir 1.

VÍF: Agnas Olsen 7, Liljan Müller 6, Durita C. Jojic 3, Heidi Maria Akselsen 3, Lív Ingdorsdóttir 2, Ingibjørg Olsen 2, Randi Virgarsdóttir 1, Ró Nielsen 1.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá dystarendanum.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal hevði við vælleikandi málverjan hjá Neistanum, Margit Weihe Fríðmundsdóttir, ið ikki kundi brúka tað til nógv, at hon hevði staðið væl í málinum tá hon og liðfelagarnir taptu dystin. Margit avdúkaði, at hon skal á hondarbeiðis og sniðgeva skúla í Danmark, og tí fer hon ikki at spæla hondbólt í eina tíð.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal hevði við Inga Olsen, ið fekk eina góða byrjan uppá hetta tíðarskeiðið sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá VÍF við sigrinum í kvøld. Ingi heldur FM-hálvfinaluplássið skuldi verið gott og væl tryggjað, men í hálvfinalunum kann alt henda. 

4) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Claus Rasmussen taka samanum eitt gott avrik hjá VÍF. Claus heldur, at munurin var enn størri enn úrslitið 22-25 til VÍF bendir á.

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF113052416418
 KYNDIL102721957716
 H71102782334514
 NEISTIN112692442512
 STJØRNAN10250273-238
 STÍF10214300-864
 VB10213315-1020

 

(Samrøður: Margit Fríðmundsdóttir og Ingi Olsen. Samanumtøka: Claus Rasmussen)