Ingi nýggjur venjari hjá Neistanum

Flemming Raben er farin frá sum venjari hjá kvinnunum hjá Neistanum, og navnframi vestmenningurin Ingi Olsen hevur tikið við.

Nú tveir mánaðir eru eftir av kappingarárinum hjá kvinnum í hondbólti, hevur Neistin skift venjara. Danin Flemming Raben er farin frá, tí at hann er farin aftur til Danmarkar í sambandi við, at hann hevur fingið nýtt starv.

Flemming gjørt eitt gott arbeiði
Formaðurin í Neistanum, Jón Kragesteen, sigur, at tað er ikki nøkur ósemja millum Neistan og Flemming Raben, og at partarnir skiljast í øllum góðum. Flemming Raben hevur fingið nýtt starv í Danmark, og hann hevur í samráð við leiðsluna í felagnum fingið loyvi at byrja í hesum starvi longu nú.
- Flemming hevur gjørt eitt gott arbeiði í Neistanum, og vit hava verið vælnøgdir við hann, sigur Jón Kragesteen.
Leiðslan í Neistanum noyddist tí at finna nýggjan venjara til kvinnuliðið, og hetta er nú eydnast teimum. Talan er um navnframa vestmenningin, Inga Olsen, sum helst er kendasta hondbóltsnavnið í Føroyum. Ingi er langtíðarskaddur og er tískil ikki við á mansliðnum hjá VÍF í løtuni, og tí ber til hjá honum at virka sum venjari hjá neistakvinnunum.
Ingi Olsen er heldur ikki nakar óroyndur hondbóltsvenjari, tí hann hevur millum annað staðið á odda fyri besta manslinum hjá vestmenningum.
Avtalan millum Neistan og Inga Olsen er fyribils bert galdandi fyri tað, ið er eftir av hesum kappingarárinum, men Jón Kragesteen dylur ikki fyri, at í Neistanum vóna tey, at samstarvið kann halda fram komandi kappingarár. Sum skilst hevur Ingi ikki avvíst hesum, men tann spurningurin verður neyvan avgreiddur, fyrr enn verandi kappingarár er farið aftur um bak.

Samráðast við dana um mansliðið
Spurningurin um, hvør skal venja mansliðið hjá Neistanum komandi kappingarár, er eisini við at nærkast eini loysn. Danin Claus Rasmussen var herfyri í Føroyum, og tá var hann millum annað gestavenjari hjá mansliði Neistans eitt kvøld. Claus Rasmussen er giftur við Guðrun Horn úr Havn, sum áður hevur virkað bæði sum leikari og venjari í Neistanum.
Í løtuni er Claus Rasmussen venjari hjá kvinnnuliðnum hjá Nykøbing Falster, sum spælir í triðfremstu donsku deildini, og sum hevur góðan møguleika fyri at vinna sær uppflyting í næstfremstu deildina. Harumframt er danin venjari hjá onkrum yngri liði eisini, og somuleiðis hevur hann ábyrgdina av einum úrvalsliði hjá Nykøbing Falster Håndboldforbund.
Jón Kragesteen sigur, at samráðingarnir við Claus Rasmussen eru komnar væl áleiðis, og hann vónar, at ein avtala kemur undir land skjótt. Formaðurin í Neistanum sigur, at enn er ikki avgreitt, hvussu verður við leikarum komandi kappingarár, men hann sigur tó, at tað er einki yvir at dylja, at leiðslan í felagnum gott kundi hugsað sær, at størri dentur verður lagdur á ungu spælararnar, sum eru uppaldir í felagnum.