Ingi Højsted verður við

- Ingi Højsted hevur vant við fullari ferð seinastu vikurnar, og hann er væl fyri. Hann verður á beinkinum í kvøld, og verður væntandi innskiftur í seinna hálvleiki.

Heðin Askham staðfestir fyri Rás2 fyrrapartin, at Ingi Højsted fer at luttaka, tá B36 og Brøndby bresta saman í Gundadali í kvøld.

Venjarin hjá árstalsfelagnum sigur eisini, at Súni Olsen eftir øllum at døma ikki verður á vøllinum komandi tvær vikurnar.