Ingi er nýggjur formaður á Skála

Nevndin í Skála Ítróttafelagi hevur skipað seg.

Skála Ítróttafelag hevur nú fingið sín nýggja formann eftir at tann nú fráfarni formaðurin, Rógvi Reinert Djurhuus, valdi at takka fyri seg á aðalfundi í síðstu viku.

Á nevndarfundi í kvøld hevur Skála-nevndin skipað seg av nýggjum, og nýggjur formaður er Ingi Hansen.

- Ingi hevur verið virkin í Skála ÍF í mong ár á nógvum ymsum postum. Bæði sum venjari, hjálparfólk og stevnusamskipari, og á øðrum økjum í felagnum er hann kendur, skrivar Skála IF á facebook.

- Nú hevur Ingi átikið sær leiklutin sum formaður í felagnum, og vit fegnast um at Ingi er til dystin fús í hesi krevjandi uppgávu, skrivar felagið víðari.

Nevndin í Skála Ítróttafelagi hevur skipað seg soleiðis:

Formaður: Ingi Hansen

Næstformaður: Per Mikkelsen
Kassameistari: Malena Jacobsen
Skrivari: Annika Klein
Nevndarlimir: Bogi Kallsberg og Teitur Reinert Joensen