Ingi er klárur fyri B36

Miðvallarin, sum hevur havt sáttmála við tvey feløg í Premier League, er nú klárur at spæla barndómsfelagið aftur



Síðani Ingi Højsted fyri nøkrum vikum síðani varð loystur frá sínum sáttmála í Birminham City, hevur hann leitað eftir nýggjum felag. Reglurnar í fótbóltseuropa er tó soleiðis, at í løtuni kunnu spælarar ikki skifta til nýggj feløg sum yrkisspælarar. Hetta verður ikki gjørligt aftur fyrr enn í summar.
Tí hevur Ingi Højsted gjørt av at koma heim av fáa dystarvenjing, og tað kann hann fáa í B36, har hann var stuðulsspælari í fjør. Spæliloyvið hjá Inga er nú í B36, og hann kann spæla við ímóti B68 í morgin.
Hjá B68 kann saknurin av Arnbirni Danielsen fara at kennast svárur í morgin. Stýrimaðurin í verjuni hevur skaða í rygginum og kann ikki spæla. Arnbjørn var ikki við ímóti Skála seinast, og hann hevur ikki vant síðani heldur. Magnus Jakobsen, sum er nýggjur í B68, fær helst møguleikan í verjuni.
Julian Johnsson er nú farin at venja við bólti aftur, eftir at hann hevur havt drúgvan knæskaða. Tað ganga tó nakrar vikur, áðrenn hann kann spæla dyst, og hann verður ikki við ímóti gamla felagi sínum í morgin.