Ingemar Olsson fekk fólkið at dansa

Fyrsta útlendska navnið á Fjarðafestivalinum var Ingemar Olsson. Og tað var eyðsæð, at fólkið í salinum vóru glað fyri at síggja hann. Hann dugur ómetaliga væl at fáa fólkið við sær, og hetta gjørdi konsertina til eina minniliga løtu.

Hava tit nakrantíð áður dansa Suður Afrikanskan dans?, spurdi Ingemar. Svarið var sjálvsagt nei. Og so treiv hann í at læra áhoyrararnar nøkur trin. Síðan spældi hann eitt lag við Suður Afrikanskum íblástri, hvar ið áhoyrararnir sloppið at royna tann nýggja dansin. Hetta var eitt av hæddarpunktinum í hansara framførslu.
Ingemar Olsson spældi annars góðan gamlan rokk/blues tónleik. Hann spældi gittar og ljómborð, og onkuntíð var framførslan sing-back.
Men hóast hansara tónleikur kanska appelerar mest til eldra ættarliði, so var tað ungdómurin sum var sjónligast í salinum hesa løtuna.
Samanumtikið var hetta ein frálíka góð konsert.