Ingeborg Vinther ynskir blíðan byr

-Tað er at gleðast um, at skip og virki hjá Fiskavirking nú hava fingið nýggjan eigara. Tað staðfestir Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sum eisini ynskir nýggju eigarunum blíðan byr.

Í stuttari viðmerking fegnast hon somuleiðis um, at sølan varð avgreitt so skjótt, sum hon, hóast alt, var.

Hon vónar, at tað nú skjótt verður arbeiði aftur á virkjunum.

Men tað hevur hon eisini góðar vónir um, tí nýggju eigararnir hava neyvan keypt virkini fyri at hava tey standandi tóm.

Sostatt eru útlit fyri, at fleiri hundrað fólk sleppa aftur til arbeiðis heilt skjótt.