Ingeborg Vinther mist Javnaðarflokkin burtur

- Skal nakað álit verða ímillum Javnaðarflokkurin og fakfelagsrørsluna, má flokkurin leita aftur til røturnar og fáast á beina kós, segði Ingeborg Vinther á fyrsta maidagshaldi hjá Javnaðarflokkinum í Suðuroy

 - Tað er onki samband ímillum Javnaðarflokkin og arbeiðararørsluna longur. Tað staðfesti Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, í fyrsta maidagsrøðu á Tvøroyri fríggjakvøldið.

Javnaðarflokkurin skipaði fyri haldinum og hevði bjóðað Ingeborg Vinther at halda eina kveikjandi røðu, sum tey málbóru seg.

Men var røðan hjá Ingeborg Vinther kveikjandi, var hon í øllum førum eisini rættiliga atfinningarsom ímóti Javnaðarflokkinum.

Hon staðfesti, at síðani Javnaðarflokkurin var stovnaður, hevur hann verið kallaður ein arbeiðaraflokkur og í eitt langt áramál var tætt samband ímillum Javnaðarflokkin og fakfelagsrørsluna.

- Flokkurin var einasta politiska verjan fyri sáttmálatryggjaðum rættindum hjá løntakarunum og hjá teimum eldru, sjúku og veiku.

- Men so hevur ikki verið tey seinastu árini og nú verða sparingar og skerjingar gjørdar, sum raka tey hart.

- Tað er ringt hjá okkum at fáa eyga á nakran Javnaðarpolitikk og fakfelagsrørslan fær ikki eitt tað einasta uppskot um arbeiðsmarknaðarmál til hoyringar longur, tí alt verður bara skundað ígjøgnum Løgtingið.

- Flokkurin er farin langt av kós og javnaðarhugsjónina síggja vit ikki í politikkinum, ið verður førdur, staðfesti forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.


Aftur á beina kós

Ingeborg Vinther helt fyri, at skal Javnaðarflokkurin aftur bera heitið ein arbeiðaraflokkur, má stýrast aftur á beint.

- Skal nakað álit verða ímillum flokkin og verkafólk og fakfelagsrørsluna, má leitast aftur til røturnar fyri aftur at koma á rætta kós.

Hon helt eisini, at tað nyttar lítið altíð at umbera seg við, at tað ber ikki til at føra javnaðarpolitikk, tá ið flokkurin er í samgongu.

Hon staðfesti, at í dag eiga verkafólk og fakfelagsrørslan ongan góðan í føroyskum politikki.

Hon staðfesti eisini, at borgarligur politikkur hevur ongantíð verið arbeiðarapolitikkur og verður tað ongantíð.

- Tað eigur at verða tætt samstarv ímillum fakfeløg og ein arbeiðaraflokk og sjálvandi eigur samskifti at vera ímillum fakfeløgini og flokkin um tey ymsu arbeiðsmarknaðarmálini, segði Ingeborg Vinther.


Bíðar eftir kreppuloysnum

Hon sipaði eisini til búskaparkreppuna, sum herjar og sóknaðist eftir einum boði upp á, hvussu vit loysa trupulleikarnar, sum kreppan elvir til.

- Einasta kreppuloysn, vit hava hoyrt um, er at verkafólkið skuldi frásiga sær lønarhækkingina, tey høvdu rætt til at fáa fyrsta mai, sum um tað hevði loyst nakra kreppu.

Men forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag staðfesti, at har eru fakfeløgini ikki at vika, tí tey skulu hava ta lønarhækking, tey hava rætt til eftir sáttmálanum.

Hon vísti á, at prísirnir eru nógv hækkaðir og tað loysir onga kreppu at strika lønarhækkingar ella at fara niður í løn.

- Tað bara útsetir pínuna hjá kreppuraktum fyritøkum, tí minkar eftirspurningurin eftir eini vøru, nyttar lítið at lækka lønirnar.

Hon vísir eisini á, at tað ið tað gongst einum virki væl, fer lønin ikki upp, tí tá verður at kalla alt útgoldið eigarunum í vinningsbýti ístaðin fyri at seta av til at standa ímóti við.