Ingeborg Vinther: Hatta fara vit aldrin at góðtaka

- At útlendskir handverkarar nú koma til Føroya at arbeiða fyri undirløn, fer uttan iva at freista arbeiðsgevarar til at royna tað sama hjá okkum. Men tað fara vit aldrin at góðtaka, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag

Útlendsk arbeiðsmegi
 

- Hetta fer uttan at freista arbeiðsgevarar. Men tað kunnu teir gloyma alt um, tí hetta fara vit ongantíð at góðtaka.
Ingeborg Vinther sigur, at tað fer ongantíð at koma upp á tal, at útlendsk verkafólk skulu koma til Føroya at arbeiða fyri undirløn.
Nú um dagarnar frættist annars frá einum slóðbrótandi hending í føroyskari vinnulívssøgu: Thor í Hósvík skal byggja stórt skip á skipasmiðjuni á Skála. Men í tí sambandi skulu sveisarar úr Pólandi koma higar at gera skrokkin- fyri pólska løn, sum er nógv lægri enn føroysk løn.
Men hetta er einasti máti at fáa arbeiðið gjørt í Føroyum.
Hartil hevur tað verið ført fram, at tað, at sveisa skipsskrokkar, er útdeytt fak í Føroyum og tí verður sagt, at pólsku sveisararnir taka ikki arbeiðið frá nøkrum føroyingi. Tí góðtaka handverkarafeløgini støðuna.
Ingeborg Vinther hevur ongar viðmerkingar yvirhøvur til tað, sum handverkarafeløgini gera í hesum føri.
Kortini dylir hon ikki fyri, at eftir hennara tykki kann hetta kann kveikja tankan hjá fleiri arbeiðsgevarar um at royna tað sama, nevniliga at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroyar at arbeiða fyri løn, sum er galdandi í heimlandinum.
- Men tað fara vit aldrin at góðtaka, staðfestir Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at tað sostatt hevði aldrin komið upp á tal, at tað varð góðtikið, at arbeiðsgevarar fingu útlendsk verkafólk at arbeiða fyri undirløn.
- Tað hevði máað støðið undan okkara sáttmálum og sostatt sett alt tað í vanda, sum verkafjøldin hevur stríðst fyri seinastu 80 árini. Og tað fara vit aldrin at góðtaka, sigur Ingeborg Vinther.