Ingeborg ætlar at hanga í oyrunum á politikarunum

Í Føroya Arbeiðarafelag fara tey at hava eitt vakið eyga við nýggju samgonguni so at hon ikki skal sleppa undan at taka stig til frama fyri verkafólkið

Nýggja samgongan hevur sett sær fyri at seta fleiri tiltøk í verk, sum skulu koma verkamannafjøldini til góðar.

Og Føroya Arbeiðarafelag ætlar sær at fylgja væl við, at samgongan heldur orð.

Tað staðfestir Ingeborg Vinther í ársfrágreiðing síni á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag í morgun.

Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag sigur, felagið fer at hanga í oyrunum á politikarunum, so at samgongan ikki skal sleppa undan at fremja tey tiltøk, hon hevur lovað í samgonguskjalinum.


Ein ynskislisti

Og tað eru ikki smáting, sum nýggja CHE samgongan hevur sett sær fyri í eini roynd at bøta um viðurskiftini hjá tímaløntum og løntakarum sum heild.

Setanar- og arbeiðsviðurskifti hjá tímaløntum skulu tryggjast við lóg. Gjaldið úr ALS skal hækkast og skipanin skal gerast betri fyri sjómenn og parttíðarsett og hon skal eisini umfata tilboð um umskúling.

Samgongan hevur eisini fest í samgonguskjalið, at tímalønt, skulu hava rætt til endurgjald, fyri fráveru í sambandi við fyrsta sjúkradag hjá barni og at ein serligur útbúgvingargrunnur skal skipast at førleikamenna ófaklærd og aðrar løntakarar.

Somuleiðis skal barsilsskipanin longjast upp í eitt ár, og ein partur av farloyvinum skal markast til pápan.

Harafturat skal arbeiðsmarknaðurin verða rúmligari, samstundis sum bæði Arbeiðseftirlitið og Skipaeftirlitið skulu styrkjast og arbeiðsumhvørvið skal betrast.

At enda skulu brúkaranevnd og brúkara umboðsmaður setast og eisini skulu brúkarar sleppa undan at fara í rættin við ósemjum, men skulu kunna kæra beinleiðis til eina brúkarakærunevnd


Fylgja við

Ingeborg Vinther sigur, at hetta eru alt mál, sum eru á ynskislistanum hjá Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag, sum tilsamans hava gjørt felagsskapin Samtak.

- Hetta man helst vera fyrstu ferð, at fakfeløg hava fingið fleiri av sínum málum við í eitt samgonguskjal, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.

Men hon sigur at samstundis er tað ein stórur spurningur um politiskur vilji er til staðar at seta alt hetta í verk.

Men hon heldur, at tá ið alt hetta er beinleiðis felt í samgonguskjalið, eiga tey at hava álit á, at tað má vera tí, at ætlanin veruliga er at fremja tey í verki.

Og hon leggur dent á, at fakfeløgini fara at fylgja við og gera teirra ávirkan galdandi, tá ið lóggevast skal á teimum ymsu økjunum, ið ávirka arbeiðsmarknaðin.


Skulu ikki sleppa

Annars harmar tað Ingeborg Vinther, at longu stutt eftir, at tey seinast gjørdi sáttmála við arbeiðsgevararnar, eru allir prísir neyðsynjarvørum munandi hækkaðir, umframt at oljan er blivin munandi dýrari. Eisini streymurin hevur fingið eitt kvink uppeftir.

Hon sigur, at fakfeløgini hava fleiri ferðir hesi seinastu árini heitt á politiska myndugleikan um at taka oljugjaldið av.

Samstundis hava feløgini heitt á politiska myndugleikan um at lækka mvg á mjólk, breyði, og heilsugóðari vøru.

- Men enn hava politikararnir ongantíð svarað hesi áheitan, staðfestir hon

Men hon leggur dent á, at hetta eru mál, ið fakfeløgini fara at fylgja upp, soleiðis at politiski myndugleikin ikki sleppur undan at gera nakað á hesum øki.

- Eisini eiga vit at taka málið um prístalsskipanini, so at prísirnir aftur verða prístalsviðgjørdir.

Hon sigur, at alt, sum hevði við prístalsviðgerð og prísansing at gera, varð avtikið í kreppuárinum 1992.

Tað rakar tey lágløntu, fyritíðarpensjónistar og vanligar pensjónistar, harðast, tí teir bólkarnir hava minst at taka av.

- Nú er so tíð uppá, at nakað verður gjørt fyri at halda keypiorkuni uppi og tí eigur prístalsviðgerðin og prísansing at verða sett í gildið aftur, sigur Ingeborg Vinther.