Ingálvur vann fyrstu virðislønina

Tað er ein av Føroya størstu listafólkum, Ingálvur av Reyni, sáli, ið vann fyrstu virðislønina á Faroe Music Awards í kvøld. Tað gjørdist greitt, tá Levi Hanssen, umboðandi Visit Faroe Islands, fyri løtu síðan kunngjørdi, at fløgan Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar hjá Ingálvi av Reyni vann Ársins útgávu/konsert í Opna flokkinum.


Hóast tólv ár eru liðin síðan Ingálvur av Reyni fór av foldum, so gav Evangeliska Røddin í fjør út tvífløgur við 30 sangum eftir Ingálvi av Reyni, og fevna sangupptøkurnar á fløgunum um eitt tíðarskeið á gott og væl tríati ár, frá 1958 til 1989. Tað er hendan útgávan við sangunum hjá Ingálvi av Reyni, sum í kvøld hevur vunnið eina FMA-virðisløn.


Hini sum vóru í uppskoti til virðislønina vóru útgávurnar Kapnas spælir Blak hjá Mattias Kapnas og Minnist tú enn hjá Tórshavnar Big Band.