Leygardagin 5. mai verður nýggj bók givin út við vatnlitamálningum hjá Ingálvi av Reyni. Í sambandi við at bókin verður løgd fram, verður samkoma í Listaskálanum leygardagin fyri innbodnum.
Tá Ingálvur av Reyni gjørdist 80 ára gamal í desember í fjør, varð fyrireikað framsýning í Listaskálanum. Allir málningarnir í tí framsýningini vóru málaðir í sama ári, so teir vóru frískir og ljómandi sum ongantíð. Nýskapandi og hugtakandi vóru hesir ljósmiklu og poetisku vatnlitamálningarnir.
Erik Fey forleggjari fekk hugskotið at geva út eitt úrval av hesum vatnlitamálningum í bók, saman við yrkingum eftir Janus Djurhuus, ið hava verið kveikjandi fyri málaran.
500 bøkur verða signeraðar, og kostnaðurin fyri hesi eintøk verður 280 krónur. Kostnaðurin á ósigneraðum bókum verður 250 krónur.