Asfalt bjóaði eisini tungan rock og millum annað Ineptus borgaði fyri hesum Á Margarinfabrikkini fór Inepus á pallin. Ungir menn, ið duga at spæla tungan tónleik.
Og hetta var eftir øllum at døma nakað, ið dámdi yngra ættarliðnum, tí stúgvandi fult av (friðarligum) ungdómi lurtaði, men bólkurin koyrdi avstað við fullari ferð og onkur teirra, millum annað sangarin, headbangaði, meðan leikararnir áttu pallin eina løtu.
Tað krevur sín mann at spæla tungt og hetta megna hesir ungu menninir. Tað ljóðaði væl og var væl spælt. Ongin slingur í valsinum, fyri nú at nýta eitt orðatak, ið ikki hóskar til tónleikaslagið.
Men klárt og greitt. Har var alt klokkuklárt og eingin ivaðist í, hvør spældi hvat ? hetta var væl úr hondum greitt og ein framúr góð framførsla av tungum tónleki.