Eitt indonesiskt ferðafólkaflogfar, sum myndugleikarnir mistu sambandið við í morgun, halda tey er dottið niður í havið.
Tað upplýsir flutningsmálaráðharrin í Indonesia, Budi Karya Sumadi, sambært tíðindastovuni AFP.
56 ferðafólk, harav sjey børn, og seks av manningini vóru ummborð á flogfarinum, upplýsir flutningsmálaráðharrin.
Sambandið við flogfarið hvarv, eftir at tað var farið á flog av flogvøllinum í Jakarta. Jakarta er høvuðsstaður í indonesia. Flogfarið lætti klokkan 7:30 í morgun okkara tíð, og sambandið fór stutt eftir.
##med2##
Flogfarið er eftir øllum at døma dottiðniður nærindis ferðafólkaoyggjar uttan fyri Jakarta, sigur tíðindastovan dpa.
Bjargingarfólk á stðanum, har flogfarið verður hildið at vera dottið niður, hava funnið vrakrestir, sum verða hildnar at stava frá flogfarinum sambært Reuters.
Og ein stjórnarkelda á staðnum upplýsir sambært Reuters, at fiskiemnn haba funnið týðuligar vraklutir frá einum flogfarið norðan fyri Jakarta.
Flightradar 24, sum er ein tænasta, sum fylgir flogferðslu, skrivar á Twitter, at flogfarið misti meira enn 10.000 føtur í hædd – umleið tríggjar kilometrar – upp á minni enn ein minutt.
Tað hednir, fýra minuttir eftir at flogfarið var farið úr Jakarta.
Flogfelagið upplýsir sambært tíðindastovuni Reuters, at tað er í ferð við at savna fleiri upplýsingar um, hvat er farið fram, áðrenn tey úttala seg.
Flogfarið var eitt Boeing 737-500, sum var 27 ára gamalt sambært Flightradar24.
Eitt Boeing 737 MAX-flogfar frá indonesiksa flogfelagnum Lion Air datt í 2018 niður uttan fyri Jakarta. Øll 189 umborð doyðu.
/ritzau/