Alt bendir á, at Susilo Bambang Yudhoyono fer at taka við sum indonesiskur forseti eftir Megawati Sukarnoputri. Tað endaliga úrslitið kemur ikki fyrr enn einar fjúrtan dagar, men av teimum atkvøðunum, sum higartil eru taldar, eru 59 prosent til generalin og 41 til sitandi forsetan.
Yudhoyono vann fyrra valumfarið, sum var í summar, men hann fekk kortini ikki meiriluta tá. Hann hevur undir valstríðnum lovað at leggja størri dent á bardagan ímóti yvirgangi, men høvuðslyftið hansara var at útvega fleiri arbeiðspláss. Tað er eisini neyðugt, tí umleið 40 prosent av tí tilkomna fólkinum í Indonesia hava einki at gera.
Reuter skrivar, at Yudhoyono hevur megnað at sannføra indonesar um, at hann er førur fyri at geva fólkinum eitt nýggjan politikk, sjálvt um hann hevur verið ráðharri í stjórnini hjá Megawati Sukarnoputri. Hann er útbúgvin á amerikonskum hernaðarskúla og hevur verið generalur í indonesiska herinum, og hesi bæði hava ivaleyst givið veljarunum eina uppfatan av, at her kundu tey fáa ein sterkan mann til valdið, skrivar Reuter og leggur afturat, at heimsins størsta muslimska samfelag hevur brúk fyri einum sterkum leiðara í hesum tíðum.
Men summi ivast í, hvussu sterkur hann er. Ein av fyrrverandi starvsbrøðrum hansara hevur sagt, at Yudhoyono trívist betur í einum fundarhøli enn á vígvøllinum.