India hevur í morgun roynt eina rakett, sum kann bera kjarnorkuløðing, og sum ber so mikið langt, at hon kann raka mál í Evropa ella Kina, og sostatt telist india nú eisini millum tey kjarnorkuveldini, sum kunnu senda rakettir inn í aðrar heimspartar. Onnur lond, sum hava slíkar rakettir, eru USA, Russland, Kina, Bretland, Frakland og Ísrael.
Útskjótingin varð víst í sjónvarpinum. Talan var um eina rakett av slagnum Agni V, sum er gjørd í India, og sum ber meiri enn 5.000 kilometrar. Aftaná varð sagt, at royndin eydnaðist væl, og at raketin rakti málið.
Politiskir eygleiðarar siga, at rakettroyndin er ivaleyst ein roynd hjá India at vísa, at landið eigur at fáa ein størri leiklut á sltjóða pallinum, enn tað hevur. Eitt nú hevur India leingi ligið framvið at fáa sæti í trygdarráðnum hjá ST.
Kina er sum vera man ikki so fegið um ta indisku rakettroyndina. China'a Global Times skrivar, at vesturheimurin vendir tað blinda eygað til, tá India setir altjóða kjarnorkuavtalur til viks.










