Paul Ince gjørdi púrt einki burtur úr taktikkinum, tá hann var venjari fyri Blackburn. Tað avdúkar norski spælarin Martin Olsson í samrøðu við Eurosport. - Ince tosaði ongantíð um taktikk áðrenn dystin, og alt var sera leyst hjá honum, sigur Olsson. Úrslitini vóru heldur ikki góð, og Paul Ince varð sekkjaður sum venjari í felagnum. Nýggjur venjari er Sam Allerdyce, og hann tosar nógv um taktikk og er strangari, sigur norski spælarin.










