Kvintessensur í greinini er ein analysa av okkara løgmanni, Kaj Leo Johannesen.
Men fyrst fáa vit at vita, at ABC-samgongan er impotent, heterogen, og at hon hevur mist sína orsøk at vera til.
Um eg skilji greinina beint, so er orsøkin til impotens í tí politisku samleguni í stóran mun orsakað av: løgmansins dugnaloysi, naiviteti og øðrum niðrandi predikatum frá hansara politisku mótstøðufólki. Greinskrivarin vil eisini vera við, at okkara løgmaður ikki er førur fyri at orða eitt ítøkiligt svar upp á einfaldar spurningar, sum verða settir honum frá løgtingsins røðarapalli (har andríkar talur verða frambornar og ditto spurningar settir).
Í greinini verður eisini sligið fast, at okkara løgmaður er vorðin ímynd av einum anti-leiðara (hvussu tað so skal skiljast), ein yvirfladiskur kransakøkufigurur. Eingin í tí politisku skipanini kann hava virðing fyri manninum (!!). Vil greinskrivarin vera við.
Vit kunnu hugsa okkum ein serlækna, sum í longri tíð hevur stríðst við at hjálpa einum niðurundirkomnum sjúklingi, og at hjálp og betring ikki er sjónlig fyri uttanfyri standandi fólki. Vildi tað so ikki verið óheppið og býttisligt ikki at givið serlæknanum arbeiðsnáðir?
Ella hetta at burturbeina, tveita almennan pening burtur: Serlæknaviðgerðir á Ríkishospitalinum og øðrum sjúkrahúsum í Danmark vórðu allar fíggjaðar av ríkiskassanum (í blokkinum) til 1. januar 2002. Frá hesum degi steðgaði løgtingið allar lógar- og sáttmálabundnar reguleringar (dýrtíð v.m.) av ríkiskassans stuðli til vital øki – tað vil siga heilsu-og almannaøki – í okkara samfelagi. Og frá hesum degi og til dagin í dag hevur eitt standandi stríð og knoss og kaos – samanberið tær ræðandi hendingarnar, sum beint nú fara fram á Landssjúkrahúsinum – staðist av peningatroti til nevndu, annars væl virkandi øki. Takkað veri politiskum dárskapi og puerilum, men sera hættisligum kenslum.
Býttlingasøgur um moldbúgvar renna okkum í hug.
Satt at siga høvdu mong roknað við, at Heini í Skorini varð tann komandi objektivi, professionelli politiski kommentatorurin, sum vit í Føroyum so átrokandi hava manglað, kanska eina mest síðani 1992 til dagin í dag. Men ein slíkur kommentatorur má seta seg væl og breitt inn í føroyskan politikk við fyrisiting og umsiting á øllum økjum og liðum í tátíð og nútíð, um hann skal verða tikin í álvara.
Greinin hjá harra í Skorini kundi ruddiliga ligið á einum hægri støði og verið meira konstruktiv og minni destruktiv. – Try, try and try again. Never say die!