Altjóða gjaldoyragrunnurin, IMF, hevur nú lækkað sínar væntanir til vøksturin í heimsbúskapinum.
Kreppan í evrulondunum og skerda virksemi í vakstrarlondum ger, at IMF nú roknar við, at heimsbúskapurin veksur 3,1 prosent í ár og 3,8 prosent næsta ár.
Tað er eitt nú í Brasil, Russlandi, India, Kina og Suðurafrika, at búskaparvøksturin hevur mist ferðina, sigur altjóða gjaldoyragrunnurin.
Somuleiðis roknar IMF eisini við, at vøksturin í heimsbúskapinum kann minka enn meira, um amerikanski miðbankin slakar í sínum virksemi.