IM-normur til John Arna

Hóast bert 8 av teimum 13 umførunum í Budapest eru leikt, hevur skopuningurin longu nú tryggjað sær normin

Talv

Í hesum døgum tekur John Arni Nilsen lut í stóru kappingini, 1st Saturday í Budapest.
Hetta er ein kapping, við luttøku av sterkum telvarum, og hóast tað enn er nakað eftir, áðrenn kappingin er liðug, so er longu nú greitt, at John Arni hegur rokkið sínum næsta IM-normi.
Fyri at røkka hesum skuldi John Arni hava 6,5 stig eftir níggju umfør, og longu eftir 8 umførum er greitt, at hetta mál er rokkið.
Í alt eru 13 umfør, so enn resta fimm dystir, men í løtuni er føroyski telvarin á fremsta sessinum í kappingini.
Sostatt hevur John Arni nú vunni ðsær tveir av teimum trimum normunum, sum skulu til, áðrenn hann kann skoyta IM afturat navninum hjá sær. Hin fyrra IM-normin vann John Arni í Politiken Cup í fjør.