Ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum sigur seg hava ilt við at trúgva, at verandi eigarar av Dimmalætting kunnu senda nýtt blað á marknaðin
Fyrr í dag segði Árni Gregersen, sum í seks ár hevur verið stjóri á Dimmalætting, at tey arbeiða við ítøkiligum ætlanum um at senda nýtt blað á gøtuna longu í hesum mánaðinum. Nýtt partafelag, har Dimmalætting er millum hjánøvnini, er stovnað, og tí er ætlanin helst, at talan verður um Dimmalætting, men hesum fær ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum, Eirikur Lindenskov, seg ikki veruliga at trúgva.
- Eg haldi hetta ljóðar eitt sindur óseriøst. Tað kann ikki vera rætt, um tú bara kanst koyra eitt blað á heysin, stovna nýtt felag við sama navni og so annars koyra víðari. Einasta virðið, sum er á Dimmalætting í dag, er sjálvt navnið, og tí ber ikki til bara at stjala hetta úr trotabúnum sum um einki var hent, sigur Eirikur Lindenskov.
- Virðið, sum navnið hevur, er sjálvandi eisini tengt at starvsfólkahópinum, og eg dugi illa at ímynda mær, at starvsfólkini flyta við í eina nýggja fyritøku. Leiðslan á Dimmalætting hevur í fyrstu atløgu gjørt eina faktureringsavtalu sum nú inniber, at ein advokatur í býnum hevur framíhjárætt í mun til starvsfólkakrøvini, og ístaðin verður rokningin fyri starvsfólkalønir turkað av á Trygdargrunnin.
- Umframt hetta hava kreditorar mist fleiri milliónir. Vit eiga eisini okkara part í Prentmiðstøðini, og ein avleiðing av húsaganginum hjá Dimmu er, at Sosialurin fær eitt beinleiðis tap upp á fleiri hundraðtúsund krónur í okkara roknskapi. Eg kann ikki tosa fyri aðrar kreditorar, men slík viðurskifti gera tað ikki beinleiðis lætt hjá leiðsluni á Dimmalætting at fara undir nýtt blað. Snøgt sagt, so haldi eg hetta vera óseriøst tos, sum hevur lítið hald í veruleikanum, sigur Eirikur Lindenskov.









