Tað almenna ger íløgur fyri meira enn eina milliard í ár, meðan størstu privatu íløgurnar leggja 700 milliónir oman á. Harumframt koma royndarboringarnar á landgrunninum, ið kosta oljufeløgunum 1,5 milliard krónur.
VINNA, sum er vinnublaðið hjá Sosialinum, hyggur nærri at nøkrum av teimum størstu íløgunum, sum verða gjørdar í føroyska samfelagið í ár.
- Enn hava vit ikki kappast uppá løn, men tað kann hugsast, at fyritøkurnar fara at yvirbjóða hvørja aðra fyri at tryggja sær arbeiðsmegi, sigur Høgni Lauritsen, stjóri í TG Verk.
Les eisini stóra samrøðu við formannin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum eftirlýsir støðufesti í politisku skipanini.
- Ógreið politisk signal skaða vinnuna, sigur Bergur Poulsen við VINNUNA.
Í VINNU hesaferð er eisini samrøða við føroyska stjóran í CIP, Rúna Bro Róin, umframt nógv annað vinnutilfar.
VINNA fæst saman við Sosialinum í dag. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.









