Flogfarið hjá Atlantsflog, sum skuldi koma úr Keypmannahavn í kvøld klokkan 20:20 er avlýst.
Illveður er í Danmark, og tí hevur flogferðslan til og úr Kastrup Lufthavn verið darvað í kvøld. Bert ein av teimum trimum lendingarbreytunum vórðu nýttar seinnapartin, og eitt skifti í kvøld vórðu tey noydd at steingja allar tríggjar lendingarbreytirnar í Kastrup.
Tískil er seinasta flogfarið hjá Atlantsflog úr Kastrup í kvøld avlýst – og klokkin 21 stongdi lufthavnin.